Vit pynta til jóla - børn

Húsið má eisini latast í til jólini, so mánadagin 2. desember, fara vit at pynta og gera tað jólaligt í Húsinum - kom og hjálp okkum:)

Byrjar:
02.12.2019 - KL. 14:00

Komandi tiltøk

05 september
2026
Útferð til Fuglafjarðar. - ung
Hetta vikuskiftið eru mentanardagar í Fuglafirði. Ungdómshúsið har skipar fyri Silent Disco, so vit fara ein túr at vitja. Vit fara við bussi úr Bøgøtu kl. 21.00 og heim aftur úr Fuglafirði kl. 00.00. Tvs., at vit eru heima umleið 00.30 Tilmelding krevst.
07 september
2026
Kreativur dagur - børn
Mikudagur er kreativur. Kanska vit tekna, klippa, gera slím, gera negl ella okkurt heilt annað, men ætlanin er í ølkum førum at vit brúka okkara kreativu evnir mikudag
07 september
2026
Jónas Jam
Tey ungu hava ynskt sær eina tónleikaløtu saman við Jónas. Tey ynskja at sleppa at spæla ljóðføri og at syngja, so nú hava vit syrgt fyri bæði at seta løtuna á skrá, men eisini at útvega teimum ljóðføri, so tey kunnu sleppa at spæla - har er okkurt fyri øll, so ikki er neyðugt at halda seg aftur